- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Sjúrður Joensen, vanliga nevndur Sjúrður í Koltri, greiðir m.a. frá barnaárunum í Koltri og broytingunum sum hendu, tá festið fór úr familjuni.
Koltur var frá gamlari tíð eitt liviligt pláss, og ofta komu børn aðra staðni frá út í Koltur at ferðast. "Hetta var serliga áðrenn mína tíð og summi av hesum børnum vusku upp her úti. Tað var ein traditión", sigur Sjúrður.
Frá gamlari tíð vóru fýra festi í oynni. Síðani fór tað niður í tvey. Seinastu mongu árini hevur eitt festi verið og nú er tað Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av oynni og hevur fyristøðufólk á staðnum. Tjóðsavnið hevur eina stóra Koltursverkætlan, sum vit fara at hoyra meira um í seinasta parti.
Í dag greiðir annar av fyristøðumonnunum í oynni, Dánjal Egilstoft, frá hvussu tað er at koma nýggjur út higar, og Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, og Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum, greiða frá kornvelringini í Koltri. Tær eru komnar út at skera akurin.