- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarinnar bakspegil

Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránnað og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur. Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Mikkjal Olsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati- og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982. Samrøðurnar við Mikkjal Olsen, Per á Hædd, Jógvan Arge, og Birgir Enni kunnu hoyrast í fullari longd á longdu og serligu netvarpsútgávuni av hesari sending. Umframt frásøgnina í hesari sending, her greitt verður frá um hendingina, tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal Olsen í netvarpsútgávuni eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgeving fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum.

Tíðarinnar bakspegil
Savnssending
Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.
