- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú manst vita frá mongum at siga
Tú manst vita frá mongum at siga (FINALAN)
15-02-2024
Spenningur var í luftini tá Eysturoyar dansifelag og Ung í dansi kappaðust um sigurin í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga".
Nógv fólk var savnað á Reinsarínum hetta kvøldi at stuðla pørtunum.
Meðan dansifeløgini yrktum, var felagssangur, har Tórður Mikkelsen sang fyri, og eftir spurnarkappingina var føroyskur dansur sendur beinleiðis í útvarpinum.
Tú manst vita frá mongum at siga
Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.
Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.
Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.
Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.
Jónleif Johannesen er dómari.
"Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023