Tú manst vita frá mongum at siga

Tú manst vita frá mongum at siga - Fyrra hálvfinala
28-01-2024
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan

Í fyrru hálvfinaluni brestur Eysturoyar dansifelag saman við Vága dansifelag. Spennandi er at hoyra hesar stinnu kvøðararnar svara spurningum um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan.
Vinnandi dansifelagið sleppur víðari í finaluna, sum verður send live á Reinsarínum 10. februar.

Tú manst vita frá mongum at siga

Spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" snýr seg um føroyskan dans og kvæðamentan.  Átta dansifeløg í landinum eru við í kappingini, sum er skipað við undanumførum, hálvfinalum og finalu.  Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen eru vertir.  Jónleif Johannesen og Rasmus Joensen hava gjørt spurningarnar.  Jónleif Johannesen er dómari.  "Tú manst vita frá mongum at siga" verður send leygarkvøld klokkan 18.15 og endursend sunnudag klokkan 17.
Annað undanumfar í spurnarkappingini "Tú manst vita frá mongum at siga" um føroyskan dans og kvæðamentan
17-01-2023
Spurnarkapping um føroyskan dans og kvæðamentan millum Stígum Fast í Dali og Dansifelagið í Havn
07-01-2023
  •