Samværi

Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð?
10-12-2024
Silja Aldudóttir og Mariann Hansen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær finna tíð at arbeiða við list.

 

Rithøvundurin og týðarin Silja Aldudóttir og sjónleikarin Mariann Hansen arbeiða báðar við teksti, men á hvør sín hátt. Tær báðar tosa um tilgongdina at skapa eitt verk, hvussu eitt listafólk fær stundir at arbeiða við list. Eisini tosa tær um munin á at vera listafólk áðrenn og aftan á, at tær fingu børn. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Silju og Mariann um tíðina. 

Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

 

Samværi

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum. Instagram: @samvaeri
Pauli Reinert Poulsen og Bárður Reinert Poulsen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann liva av tónleikinum.
21-01-2025
Bjørg Elttør og Erla Ziskasen hittast í samværa og tosa um, hvussu mann kann bróta reglurnar.
14-01-2025
Askur Skaalum Gregersen og Álvur av Kák hittast í samværa og tosa um tað at skriva á føroyskum og at búgva í Danmark
07-01-2025
Markus Hammer og Siri Súsonnudóttir Hansen hittast í samværa og tosa um árið 2024, ið fór.
01-01-2025
Ole Wich og Høgni Mohr hittast í Samværa og tosa um tær avleiðingarnar, sum teir hava merkt sum listafólk.
17-12-2024
Silja Aldudóttir og Mariann Hansen hittast í samværa og tosa um, hvussu tær finna tíð at arbeiða við list.
10-12-2024
Jon Fosse og Marna Jacobsen hittast í samværa og tosa um samstarvið millum rithøvund og týðara.
03-12-2024
Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak hittast í samværa og tosa um, hvussu jazzurin í Føroyum hevur tað.
26-11-2024
Jenný Augustudóttir Kragesteen og Elinborg Pálsdóttir hittast í Samværa og tosa um, hví kvinnur í ofta verða samanbornar.
07-11-2024
Elin Michelsen og Elin á Rógvi hittast í Samværa og tosa um, nær mann kann kalla seg ein rithøvund
29-10-2024
Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hittast í Samværa og tosa um, hvat eitt gott konserthøli er.
22-10-2024
Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð úr Teatur Grugg hittast í Samværa og tosa um, hvat tað vil siga at vera eitt menniskja
15-10-2024