- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Øll vóru ikki so fegin, tá ið fyrsta rundkoyringin í Føroyum varð tikin í nýtslu í mars 1990. Men runavíkingar og onnur við, tóku skjótt nýggju rundkoyringina til sín. Vit hava verið í Runavík, har ið vit hava tosað við Hans Tausen Olsen, ið var borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tá ið rundkoyringin varð tikin í nýtslu, og Eliesar Kastalag, byggifrøðing, sum starvaðist í kommununi í 44 ár.
Tað var í mei 1949, at Anskar Lenvig tók við sum avgreiðslumaður úti í Hesti, og tað var hjá Mjólkaforsýningini. Tá sigldi Dúgvan út í Hest, og neyðugt var at rógva út til postbátin við fólki, farmi, mjólk og posti, tí havnaviðurskiftini vóru stak vánalig. Árið eftir yvirtók strandferðslan siglingina út í Hest og tá fór Ritan at røkja farleiðina. Vit hava vitjað úti í Hesti, har ið vit hitta Anskar Lenvig.
Upprunaliga skuldi ferjulegan inni á Fjørð í Vestmanna ikki gerast har, sum hon er í dag, men í staðin fyri skuldi hon vera har, sum bátahylurin er. Vit tosa við Jákup Durhuus, sum er tekniskur leiðari hjá Vestmanna kommunu, og hann sigur okkum søguna um nýggju ferjuleguna í Vestmanna, samstundis sum nomið verður við viðurskiftini á gomlu ferjuleguni.
Tú kanst hoyra sendingina her!