- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Fyrsti bilurin í Føroyum var ein eitt tons Ford T lastbilur, sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen keyptu frá Wenzel Petersen og Vilhelmi Nielsen. Vit fara oman á Kongabrúnnað, har ið fyrsti bilurin kom á land í 1922, og har hitta vit Helga Jacobsen, sum júst hevur skrivað bókina Fyrsti bilurin í Føroyum 100 ár, nú 100 ár eru liðin, síðani fyrsti bilurin kom til landið.
Eisini hitta vit Firouz Gaini, professara í antropologi, ið eitt nú hevur gjørt eina ritgerð um ungdóms- og bilmentan. Og saman við Firouz Gaini verður hugleitt um eitt nú hvønn týdning, ið bilurin hevur havt í Føroyum.
Magnus Gunnarsson er bilentusiastur við stórum stavum og hevur fylgt væl við, tá ið talan er um bilar. Og saman við honum fara vit á ferð í føroysku bilasøguni farnu 100 árini.
Hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið hædd skal takast fyri bilinum í bygda- og býarmyndini eins og við bústaðin? Hesar og aðrar spurningar seta vit Alberti Isfeld, arkitekti, tá ið vit fara eina arkitektoniska snarferð, har ið bilurin fær høvuðsleiklutin.
Og seinast í sendingini er ein faktaboks, ið tekur samanum føroysku bilasøguna farnu 100 árini.
Sendingin kann hoyrast her!