- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum er millum Havnina og Kirkjubø, og hon byrjar í 1979. Men tað er í 1980-árunum, at gongd av álvara kemur á Bygdaleiðir. Á vári 1980 verður koyrt millum Havnina, Kvívík og Vestmanna, eins og rutunetið hjá Bygdaleiðum nú eisini fevnir um Sandoynnað.
Jón Rasmussen var leiðari á Samferðslustovuni í 1980-árunum, og vit spyrja hann eitt nú um hvussu Bygdaleiðir komu í lag og hvussu hann minnist bussvanlukkuna stutt fyri jól í 1986, ein vanlukka, sum kravdi trý mannalív.
Eisini hoyra vit samrøður við Schadorff Vang, ið var løgreglumaðurin, ið samskipaði bjargingararbeiðið, og Davis Midjord, ið var ferðafólk í bussinum, sum bóltaði oman av vegnum.
Í 1987 gera Bygdaleiðir ein film, sum Katrin Ottarsdóttir leikstjórnar - ein film, sum eisini telur nýskrivaða sangin Lívið er ein ferð, sum Steintór Rasmussen og Jóhannus á Rógvi Joensen hava skrivað.
Vit tosa við Steintór um bæði film og sang, samstundis sum vit eisini hoyra brot úr filminum.
Tú kanst hoyra sendingina her!