- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Í 1970 verður fjórði tunnilin í Føroyum - Sandvíkartunnilin, tikin í nýtslu, og hetta hevur við sær stórar broytingar fyri norðastu bygdina í Suðuroynnið.
Fyri tunnilin máttu sandvíkingar yvirhøvir fara um fjallið til Hvalbiar, og fyri 1963, tá ið Hvalbiartunnilin varð tikin í nýtslu, skuldu sandvíkingar til gongu um tvey fjøll, tá ið farast skuldi til Tvøroyrar.
Í sendingina hesuferð hoyra vit søguligar upptøkar frá degnum, tá ið seinasta skotið varð latið av í Sandvíkartunlinum í 1969. Vit hoyra samrøður og røður við landsverkfrøðingin, Mikkjal Helmsdal, løgmann, Kristian Djurhuus, sóknarstýrisformannin í Hvalbiar sóknarstýri, Jákup Olsen, og Jóhan Johannesen og Niels Mørk.
Vit hava eisini vitjað systrarnar Hildubjartu Sigmundsdóttir Olsen og Onnu Sigmundsdóttir Dam, ið eru føddar og uppvaksnar í Sandvík.
Tú kanst hoyra sendingina her!