- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Fyrstu árini var tað postverkið, ið hevði siglingina til Skúvoyar um hendi, og tað var við opnum báti. Men í 1970-árunum fer strandferðslan eisini at sigla til Skúvoyar, og sambært Vilhelm Johannesen í bókini Postur í Føroyum 1870-2000, er tað eitt nú við Ternuni, Rituni, Dagstjørnuni, Kjógvanum og Pride, sum hava siglt av Havnini um Skopun, Skálavík og/ella Sand til Skúvoyar.
Í 1979 verður strandfaraskipið Sildberin, sum er fyrsta stálskipið, sum er bygt í Suðuroy og samstundis fyrsta ferðamannaskipið, ið er bygt til Skúvoyarfarleiðina, bygt á smiðjuni hjá Poul Eli Bærendsen á Tvøroyri. Hesin Sildberin verður settur í fasta sigling millum Sand og Skúvoy í 1979, og er í sigling til hann í 2014 verður avloystur av tí Sildberanum, sum røkir Skúvoyarfarleiðina í dag.
Tá ið Sildberin varð doyptur á sumri 1979, bjóðaði strandferðslan øllum skúvoyingum til Tvøroyrar við Pride til hátíðarhaldið, og í hesum sambandi gjørdi útvarpið eina sending um farleiðina til Skúvoyar.
Í sendingini hesuferð hoyra vit søguligar samrøður við Thomas Arabo, Poul Eli Bærendsen, Óla Jákup Hentze og Leiv Skálagarð, eins og vit eisini hitta Hjartvard Skálagarð, ið vaks upp úti í Skúvoy.
Í bókini Postur í Føroyum 1870-2000, skrivar høvundurin, Vilhelm Johannesen, at tað í skjølunum hjá postverkinum ikki er nógv at finna um postviðurskiftini í Dímun, uttan tað, at skúvoyingar hava flutt post ímillum Skúvoy og Dímun. Og Dímun er kanska eisini tann oyggin í Føroyum, sum tað hevur verið torførast at ferðast til - í øllum førum sjóvegis.
Óla Jákup úr Dímun vaks upp úti í Dímun, har ið hann eisini hevur verið bóndi, og hann minnist, at tað kundi ganga nógvar vikur ímillum, at tey fingu post, og at umstøðurnar broyttist munandi, tá ið tyrla varð keypt í 1984.
Tú kanst hoyra sendingina her!