- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Stórar samferðsluútbyggingar fara fram í Føroyum í 1970-árunum. Á heysti 1973 verður Brúgvin um Streymin alment tikin í nýtslu, og eitt ár seinri er landafast millum Borðoynnað og Viðoynnað.
Og við Leynatunnlinum var á fyrsta sinni í Føroyum gjørdur ein tunnil har, ið vegur var frammanundan, samstundis sum hesin tunnilin eisini varð hin seinasti, sum E. Pihl & Søn gjørdi fyri sonevnda tunnilstoymið hjá Landsverki fór til verka.
Hóast stutt er millum Hvannasund og Norðdepli, er tað ikki fyrr enn á heysti í 1974, at landafast verður millum Borðoynnað og Viðoynnað, og hetta fær stóran týdning, og ikki bara fyri Hvannasund og Viðareiði.
Fyri tað tíð varð ofta róð um Sundið, samstundis sum postbáturin úr Klaksvík eitt nú legði at í bæði Hvannasundi og í Norðdepli.
Men eftir at tunnlarnir norður um fjall vórðu tiknir í nýtslu í 1967, verða stig tikin til ferjufluttning millum Norðdepil og Hvannasund.
Fyrst verður Lítlaferja, sum Jógvan Johansen lat byggja í Noregi í 1956 til fluttning av fólki um vágnað í Klaksvík, sett í sigling um Sundið, og seinri verður Selurin, sum J. F. Kjølbro í umleið 1960 somuleiðis lat byggja til fluttning um vágnað í Klaksvík, settur í sigling millum Norðdepli og Hvannasund.
Í sendingini hitta vit Finnleif Durhuus, ið starvaðist sum deildarleiðari á Landsverki í 33 ár, og vit fara á gátt hjá Sigfríði Joensen, sum var millum stigtakararnar til Lítlufergu. Eisini koyrdi Sigfríður hýruvogn, hevði oljuavgreiðsluna eystan Múlan um hendi, eins og hann bygdi eina Esso servicestøð í Hvannasundi. Og harumframt var hann eisini við til at gera byrgingina um Hvannasund og Múlavegin.
Eisini tosa vit við Jens Christian Gerðalíð, sum var maskinførari, tá ið byrgingin um Hvannasund varð gjørd.
Tú kanst hoyra sendingin her!