|
- nýggj føroysk barnarøð
Sjósavnið hevur fingið eitt serliga stórt igulker, sum kann etast sum sushi. Tískil skal tað eisini ansast væl eftir, at tað ikki verður stolið. Ib Ullrik hoyrir um igulkerið í útvarpinum og verður beinanvegin spentur, um hann kann verða tann fyrsti føroyingurin, sum sleppur at eta eitt tílíkt igulker. Í partinum roynir hann at stjala igulkerið. Angela og Hannibal eru eisini á sjósavninum og gera sítt til at ansa eftir igulkerinum. Fitti kúllurin Olgar er eisini og vitjar Angelu á sjósavninum. Hans Eli Sivertsen greiðir frá um fiskarnar, sum eru á sjósavninum. Umframt hetta vitjar Angela í hvørjum parti ymisk áhugaverd støð.
1. partur:
Fyrsta royndin at stjala igulkerið.
Ib Ullrik roynir at stjala igulkerið, men hetta er ikki so lætt, sum hann roknar við. Angela og Olgar heilsa upp á børnini, og so vitjar Angela eisini børn í Sumba.
|