
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sex partar

Hesa ferð tosa vertirnir við Margret Mortensen, sum hevur nógvar royndir innan parterapi. Margret svarar spurningunum hjá Andreu um COLA konseptið - Couples Living Apart - og um at vera sjálvstøðugur í einum parlagi.
Eisini spyrja tey um opið parlag, og har kemur skjótt eitt skeringspunkt í samrøðuna: Er opið parlag ótrúskapur?
Har er Bjørt Lind skjót at viðmerkja: "Opið forhold skal ikki misskiljast sum ótrúskapur".
Paul Kjartan Matras og Andrea Arnfríðardóttir leggja sendingarnar til rættis.

Sex partar
Fyrsti partur í eini røð á seks, har tveir nýútbúnir seksualundirvísarar spyrja sexologin um alt frekt og flovisligt.
Andrea Arnfríðardóttir og Paul Kjartan Matras leggja til rættis.