- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit kunnu so nógv meira

Jan Thomsen byrjaði sum sjómaður, men tá hann legðist upp á land og fór á læraraskúla fór hann at keypa jørð. Nú hevur hann góðar fimm merkur og umleið 160 áseyðir. Eisini hevur Jan tarvkálvar knýttar at garðinum og hann hevur eisini gæs. Jan Thomsen hevur tikið nýggja mátan at selja kjøt uppá til sín. Heldur enn at selja alt sum krov, selur hann í smáum og tað taka fólk ógvuliga væl ímóti.
Eitt sindur nærri bygdini er Olaf í Garði Joensen, einasti festari á Eiði, í ferð við at fletta sítt seinasta fjall sum festari í bygdini. Hann hevur verið festari í umleið 30 ár, men nú hevur hann gjørt av at siga festið, sum hevur verið í familjuni í fleiri 100 ár, frá sær. Tað verður ikki nakar av hansara egnu, sum tekur yvir, men tað verður tó í familjuni.
Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

Vit kunnu so nógv meira
Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini.
Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar.
Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir.
Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.