- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit kunnu so nógv meira

Tað eru bara umleið tíggju ár síðan, at Eyðstein Jensen, sum er 60 ára gamal, festi tveir garðar á Selatrað. Seyður er høvuðsinntøkan, men Eyðstein hevur ætlanir um at fáa nógv meira burtur úr festinum. Hann fer í næstum í holt við at garva skinn, hann ætlar at gagnnýta vatnið á festinum til elframleiðslu og so fer hann at velta eplir og røtur í rímiliga stórum.
Í Lamba hitta vit Jón Nónklett, sum fyri sjey árum síðan festi garðin, sum hevur verið í familjuni fyrr. Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá honum, tí hagin, sum hoyrir til garðin liggur á eystursíðuni, móti Gøtuvík, og tí rættiliga óhøgliga fyri hjá festaranum at taka sær av. Harumframt hevur Jón nú tikið við einum festi inni millum Fjarða, sum hoyrir til Elduvíkar bygd, har umstøðurnar eru heilt øðrvísi enn tær eru í festinum í Lamba. Og so hevur hann eisini tarvkálvar.
At enda tosa vit við Øssur Sverrason Egholm, sum í nógv ár nú hevur gjørt síni egnu tøð. Bæði heima og á arbeiðsplássinum hevur hann kassar til endamálið, og hann hevur keypt maðkar og aðrar mikroorganismur, sum skulu broyta ruskið, tað vil siga matvøruburturkast, papp og annað til mold og tøð.
Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.

Vit kunnu so nógv meira
Stórar broytingar hava verið í føroyskum landbúnaði seinastu árini.
Serliga er tað millum teirra, sum framleiða mjólk, at broytingarnar eru hendar.
Um aldarskiftið vóru millum 60 og 70 garðar. Í dag eru bara 14 ella 15 framleiðslueindir eftir.
Hvønn týdning hevur henda broytingin havt og hvørjar møguleikar gevur hon? Ikki bara á teimum gørðunum, sum eru eftir, tí teir hava lættari við at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini í sambandi við aðra framleiðslu.