Útisetin

Stórur munur á Grønlandi og Føroyum
23-08-2023
Í 3. sendingini útisetin, tosa vit hesaferð við Rógva Finnson Johansen, sum hevur búð og arbeitt í Grønlandi í 11 ár

Hoyrið her hvussu Rógvi Finnson Johansen hevur upplivað tíðina í Grønlandi, síðani hann flutta haðar fyri 11-12 árum síðani.

Í dag er hann framvegis har og arbeiðir við umsiting í einum grønlendskum aðalráði. Kona hansara Eleonora, sum er úr grønlandi, arbeiðir tó í Danmark við grønlendskum viðurskiftum. Hetta ger so at Rógvi má ferðast eitt sindur aftur og fram, men í løtuna gongur tað. Hann verður tó kanska ikki verandi í Grønlandi, eftirsum tey búgva í hvør sínum landi i løtuni.

3. sending av útisetanum hesaferð kann hoyrast her. Trýst á leinkið omanfyri.

 

Útisetin

Leif Láadal hittir útisetar til eitt prát um mangt og hvat. 
Hann hevur verið sendimaður Føroya í trimum londum higartil. Hákun Jógvanson Djurhuus er 4. útisetin, vit tosa við
30-08-2023
Í 3. sendingini útisetin, tosa vit hesaferð við Rógva Finnson Johansen, sum hevur búð og arbeitt í Grønlandi í 11 ár
23-08-2023
Í sendingini Útisetin hesaferð tosa vit við Jóhannes Juul Olsen og Benjamin Jacobsen, sum báðir búgva í Kalifornia
16-08-2023
Janhild Svabo Olsen hevur búð í Nýsælandi síðani 1990. Og tað er stórur munur á londunum
12-08-2023