- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Bjarni Nygaard er glaður um menningina á Tvøroyri seinastu tjúgu árini. Eisini heldur hann býin hava eina áhugaverda søgu, og ikki slepst undan evninum Suðuroyartunnilin, sum enn er framtíð. Bjarni fór niður at lesa, men í dag er hann eitt savnandi fólk á Tvøroyri. Hann kunnar alment um virksemið á Tvøroyri og skipar fyri tiltøkum, eitt nú jóansøkuni. Eisini greiðir hann frá persónligum viðurskiftum. Hetta er 11. og seinasta sendingin í røðini við 2024 'Biltúrum'.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.