- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Tí verður hildið fram í dag. Eftir Norðragøtu og Leirvík verður hildið fram gjøgnum Norðoyatunnilin til høvuðsstaðin í Norðoyggum, har mamma Maud, nevnd Marita, bíðar okkum. Nú verður sjónin av Kunoyarnesi og Háfjalli veruleiki, men at støkka inn á gólvið hjá fryntligu Maritu er avgjørda hástøkkið á allari bilferðini.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.