- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Eitt kvennkyn og eitt kallkyn verða gestir á útvarps-Biltúrinum í dag. Talan er um fyrru av tveimum sendingum, her byrjað verður í Havn og koyrt norðureftir gjøgnum fleiri tunlar. Ætlanin er at vitja eina fyrikomandi konu í Klaksvík, men hana røkka vit neyvan fyrr enn um eina viku. Tí eru hesin fyrri biltúrurin meira líkur ein sokallaðum Road Trip, har steðgað verður á bensinstøð og greitt verður frá líkum og ólíkum.
Gestir eru: Maud Matras og Bárður Næs, sum arbeiða saman á matstovu í Havn. Og tey vita nógvar góðar.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.