- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin
Biltúrurin 7: Koyrt verður frá Bø heim til Kirkjubøar (2:2)
05-08-2024
Í dag hitta vit bæði seyð og neyt nærhendis gomlu búsetingini á Bø. Men bóndin, Jóannes Patursson, veit eisini at siga frá nógv øðrum forvitnisligum. Seinni partur av frásøgn.
Tí ólavsøkudagur var síðsta mánadag, varð valt at bíða við hesari sending til 5. august. Biltúrurin 22. juli var ein ferð frá Velbastað umvegis Kirkjubø og út á Bø saman við bóndanum, Jóannes Patursson. Men vit koyrdu ikki heimeftir aftur, so tað verður gjørt í dag - eftir at hava dvølt eina løtu á Bø. Og vit eru ikki einsamallir.
Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.
Maud Næs, cand.mag., sigur frá heimbygd síni í søgu og nútíð. Nomið verður við evni sum: kolavinnan, serstaka náttúran, skaðatilburðir, Fiskieiðið, hvalbiarlyndið, Dímum o.a.
28-08-2023
Saman við listamanninum, Helga Midjord, hyggja vit at náttúruni við bygdina. Harumframt greiðir hann frá lívsroyndum og listaligum virksemi. Helgi er útbúgvin skipsførari.
21-08-2023
Fróðamaðurin, Niels Pedersen, sigur frá søguligum viðurskiftum í bygdini, umframt nútíðini, og onkra góða søgu fáa vit eisini frá honum. Fyrr hevði hann el-fyritøku á staðnum.
14-08-2023
Gesturin, Erla Weihe Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosar um menningina í Runavík. Men eisini um sambandið við fitta beiggja sín, Elvin, og eitt eymt mál í familjuni, umfr.a.
07-08-2023
Saman við vertinum er Heini Magnussen; havnarmaður við stóra T. Koyrt verður ymstastaðni í kommununi og Heini gevur okkum innlit í søgulig viðurskifti. Men eisini nógv annað.
31-07-2023
Miriam Norðberg greiðir frá barnaárunum á fjarskotna bóndagarðinum. Onnur evni eru: Ítróttarháskúlin; har hon er leiðari, náttúran, bygdalívið, sjálvsinnlit, foreldrini, o.a.
24-07-2023
Gestur er Andras Sólstein, leiðari á Fornminnissavninum í Klaksvík. Tískil verður nógv prátað um heimbý hansara í søgu, men eisini tónleikur, fótbóltur o.a. eru høvuðsevni.
17-07-2023
Hesin annar Biltúrurin í summar verður koyrdur saman við Oluffu Joensen, ið sigur frá lívinum við Gøtuvík. Onnur evni eru: kommunusamanlegging, ítróttur, bygging, bátalív o.a.
10-07-2023
Henda fyrsta Biltúrin í summar verður koyrt av Øraskarði oman í Fámjins bygd saman við Arna Teindal, ið greiðir frá heimbygdini í søgu og nútíð. Náttúran er eisini eitt evni.
03-07-2023