- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Prátað verður um støðu bóndans og framtið Føroya, eins og søgulig evni verða tikin fram.
Sendingin endar úti á Bø, har búseting var fyrr. Men vit høvdu ov fáar minuttir til alt tað vit vildu, og tí koyra vit í næstu viku ein Biltúr aftrat vestanfyri - frá Bø og heim til Kirkjubøar.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.