- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Í summar koyra vit hvønn mánadag 'Biltúr' við gesti. Gjøgnum vikuna verða hesir útvarps-túrar sendir av nýggjum, eins og tilfarið er tøkt á netinum. Saman við vertinum er fólk, sum hevur tilknýti til leiðina, ið koyrd verður.
Í dag verður vitjað í Leirvík. Leirvík hevur eina ríka søgu og forngrevstur bendir á, at búseting hevur verið á staðnum áðrenn norrøn fólk komu til oyggjarnar. Petur Reinert byrjaði sum fótbóltsspælari í LÍF, áðrenn hann fult og heilt fór at miðsavna seg um dømingina. Hann greiðir eisini frá ymsum lívsviðurskiftum; avgerðini at flýta aftur til Føroya eftir lestrarár í Danmark, umframt øðrum. Petur Reinert pendlar millum Leirvík og Fuglafjørð, har hann starvast sum lærari, og hann hevur eisini motorsúkklu.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.