- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biltúrurin

Í summar 2024 koyra vit hvønn mánadag Biltúr við gesti ella gestum, og túrarnir verða sendir av nýggjum gjøgnum vikuna, eins og tilfarið er tøkt á netinum. Saman við vertinum er fólk, sum hevur tilknýti til leiðina, ið koyrd verður. Og í dag eru vit syðst í Føroyum í ein útsynning.

Biltúrurin
Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív.
Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.