Biltúrurin

BILTÚRURIN 10: Seinasti túrurin verður koyrdur í Hoyvík og Havn
04-09-2023
Gestur er Katrin Joensen-Næs, listakvinna, ið sum 23 ára gomul hevur havt tveir viðurkendar filmar frammi. Prátað verður um ungdómin fyrr og nú, Den Danske Filmskole, o.a.

Í summarskránni hjá KVF hevur útvarpssendingin, 'Biltúrurin', verið mánadagar klokkan 17.05 - umframt endursendingar. Talan er veruliga um ein biltúr í ein lítlan tíma, har verturin hevur gest við at siga frá heimstaði sínum.

Samanumtikið fyri alt skeiðið við Biltúrinum, sum hevur varað í tíggju vikur, hava høvuðsevnini verið: søga, nútíðin, list, filmur, tónleikur, mentan í breiðari merking, sjálvsinnlit, ítróttur, og viðmerkingar til ymiskt, sum gestur og vertur sóðu á leiðini.

Sent var frá 3. juli til 4. september 2023, sum er í dag. Fimm kvinnur og fimm menn hava givið okkum innlit í heimstað sín og seg sjálvan.

 

Biltúrurin

Biltúrurin er eitt øðrvísi slag av túri. Hesin túrurin verður ikki gingin, men koyrdur saman einum fólki, ið hevur hug at tosa um sín heimstað og sítt lív. Í ellivu sendingum gevur Jákup Magnussen okkum møguleikan at hoyra áhugaverd fólk úr fleiri oyggjum siga frá. Innihaldsliga verða fleiri av 'Biltúrurum' rættiliga søguligir, meðan aðrir bjóða prát um nútíðina, mentanina, listina, ella tankar um lívið.
Maud Næs, cand.mag., sigur frá heimbygd síni í søgu og nútíð. Nomið verður við evni sum: kolavinnan, serstaka náttúran, skaðatilburðir, Fiskieiðið, hvalbiarlyndið, Dímum o.a.
28-08-2023
Saman við listamanninum, Helga Midjord, hyggja vit at náttúruni við bygdina. Harumframt greiðir hann frá lívsroyndum og listaligum virksemi. Helgi er útbúgvin skipsførari.
21-08-2023
Fróðamaðurin, Niels Pedersen, sigur frá søguligum viðurskiftum í bygdini, umframt nútíðini, og onkra góða søgu fáa vit eisini frá honum. Fyrr hevði hann el-fyritøku á staðnum.
14-08-2023
Gesturin, Erla Weihe Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosar um menningina í Runavík. Men eisini um sambandið við fitta beiggja sín, Elvin, og eitt eymt mál í familjuni, umfr.a.
07-08-2023
Saman við vertinum er Heini Magnussen; havnarmaður við stóra T. Koyrt verður ymstastaðni í kommununi og Heini gevur okkum innlit í søgulig viðurskifti. Men eisini nógv annað.
31-07-2023
Miriam Norðberg greiðir frá barnaárunum á fjarskotna bóndagarðinum. Onnur evni eru: Ítróttarháskúlin; har hon er leiðari, náttúran, bygdalívið, sjálvsinnlit, foreldrini, o.a.
24-07-2023
Gestur er Andras Sólstein, leiðari á Fornminnissavninum í Klaksvík. Tískil verður nógv prátað um heimbý hansara í søgu, men eisini tónleikur, fótbóltur o.a. eru høvuðsevni.
17-07-2023
Hesin annar Biltúrurin í summar verður koyrdur saman við Oluffu Joensen, ið sigur frá lívinum við Gøtuvík. Onnur evni eru: kommunusamanlegging, ítróttur, bygging, bátalív o.a.
10-07-2023
Henda fyrsta Biltúrin í summar verður koyrt av Øraskarði oman í Fámjins bygd saman við Arna Teindal, ið greiðir frá heimbygdini í søgu og nútíð. Náttúran er eisini eitt evni.
03-07-2023
  •