Seinastu royndarboringarnar á Traðarhamri gjørdar

Seinastu royndarboringarnar á Traðarhamri gjørdar
Fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin ganga eftir ætlan. Í dag vórðu seinastu royndarboringarnar gjørdar í sambandi við tunnilin, sum skal gerast undir Traðarhamri.
11.09.2026 - 19:53

Í dag vórðu seinastu royndarboringarnar gjørdar í Traðardali á Sandoynni. Boringarnar skulu geva neyvari vitan um jarðfrøðina og lendisviðurskiftini undir Traðarhamri.

Ætlanin er at gera ein tunnil undir Traðarhamri sum part av vegaføringini til og frá Suðuroyartunlinum. Vegaføringin skal leiða ferðsluna uttan um Sands bygd og víðari til tunnilsmunnan á Suðuroyartunlinum í Djúpadali.

Úrslitini frá jarðfrøðiligu kanningunum skulu nú brúkast í endaligu projekteringini av tunnlinum undir Traðarhamri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423