Høgravíðgongdur flokkur stendur til at vinna

Høgravíðgongdur flokkur stendur til at vinna
Sjálvt um alt bendir á, at AfD fer at vinna stórsigur í Sachsen-Anhalt sunnudagin, er ikki vist, at hann vinnur stjórnarvaldið, tí flokkurin vil stjórna einsamallur
04.09.2026 - 20:17

Sunnudagin er val í týska landspartinum Sachsen-Anhalt, og fyri fyrstu ferð síðan Seinna heimsbardaga eru útlit fyri, at ein týskur landspartur kann fáa ein høgravíðgongdan stjórnarforseta. 

Forsøgnirnar geva Alternative für Deutchland, AfD, meira enn 40 prosent av atkvøðunum, og tað er næstan tvífalt so nógv, sum nummar tvey - konservativi flokkurin CDU, sum hevur stjórnarvaldið í Sachsen-Anhalt nú.

Veljararnir eru ónøgdir við landspartastjórnina í Magdeburg og eisini við samveldisstjórnina í Berlin, men karismatiski leiðarin hjá AfD í Sachse-Anhalt, Ullrich Siegmund, fær eisini sín ríkiliga part av æruni fyri stóru framgongdina hjá flokkinum.

Men sjálvt við einum stórsigri er ikki vist, at hann kemur fram at stjórnarvaldinum, tí hann hevur sjálvur sett sum treyt fyri at skipa stjórn, at AfD skal hava avgjørdan meiriluta í landspartatinginum í Sachsen-Anhalt.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423