Amy syfti Anju: - Tað er stórt at vinna

Amy syfti Anju: - Tað er stórt at vinna
- Tað er stórt, sigur 19 ára gamli nýbyrjarin Amy við Rætt, sum vann á stórfavorittinum Anju Eydnudóttir og tók FM-gullið í compound-bogaskjóting um vikuskiftið
Amy við Rætt var errin av sigrinum á Anju Eydnudóttir í FM-finaluni í compound
31.08.2026 - 21:48

 - Tað er stórt, tí hon er tann besta. Hon var tann besta í Føroyum og hevur skotið nógv longur enn eg havi, segði Amy við Rætt leygardagin.

19 ára gamli bogaskjúttin, sum bert hevur skotið við compound-boganum í eitt hálvt ár, hevði júst vunnið á Anju Eydnudóttir í finaluni um føroyameistaraheitið í uttandura skjóting.

Við sínum royndum var Anja Eydnudóttir stórfavorittur, men tapið kom ikki óvart á hana, og royndi skjúttin Jóannes Poulsen var heldur ikki bilsin.

 - Eg eri ikki yvirraskaður av úrslitinum, segði skjúttin úr Ørvi.

 - Hon trenar ræðuliga nógv og er ræðuliga seriøs. Anja hevur ikki verið líka aktiv, sum Amy hevur verið, so eg síggi tað, sum nakað, sum eigur at henda, sum fer at henda, tí tann, sum venur, kemur fram, segði Jóannes Poulsen.

Finalan var sera jøvn, og tær báðar fylgdust trý tey fyrstu umførini, sum endaðu 27-27, 28-28 og 28-28. 19 ára gamla Amy við Rætt var kortini kaldari til endans og vann tvey tey seinastu umførini ávíkavist 29-28 og 27-26 og finaluna samanlagt 139-137.

 - Eg haldi ikki, tað er skelkandi. Eg haldi faktiskt, tað er deiligt. Sjálvandi vilt tú vinna, men eg eri bara eyka glað fyri, at eg havi fingið kapping, tí at standa einsamøll og skjóta og fáa gullið, er einki stuttligt. So vil eg heldur tapa tað, segði Anja Eydnudóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423