Fólkið hevur talað og stjórnin virðir avgerðina

Fólkið hevur talað og stjórnin virðir avgerðina
Á tíðindafundi í Hørpuni í Reykjavík legði Kristrún Frostadóttir dent á, at nú skal íslendska tjóðin hyggja frameftir, í felag
Mathias Dimon Næs
Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú, Ísland
30.08.2026 - 20:15

 

Tað er veruliga eitt tekin um, hvat tað er fyri tíð, ið vit liva í, at hetta málið hevur fingið so stóran áhuga frá tykkum, segði forsætisráðfrúan við útlendsku fjølmiðlarnar.

Hon legði tó dent á, at fyri íslendsku stjórnina og íslendska fólkið var fólkaatkvøðan 29. august eitt innanhýsis mál, sum millum annað snýr seg um gerandisdagin hjá íslendingum.

 

Hendan tíðin hevur gjørt okkum sterkari, segði Kristrún Frostadóttir.

Vit hava kjakast uttan íhald, og vit hava sagt okkara meiningar um eitt nú útjaðaran í mun til miðstaðin, um gjaldoyra og prísvøkstur, um fiskivinnu og landbúnað og um uttanríkispolitikk og framtíðina hjá okkara ungu. 

 

 

Hon vísti á, at stjórnin í samgonguskjalinum lovaði fólkinum eina fólkaatkvøðu.

-Hetta lyftið hava vit hildið, og fólkaatkvøðan er nú av. Fólkið hevur talað, stjórnin hevur lurtað, og nú fara vit víðari saman, segði hon.


mynd_4.jpg

Frítekst tagging: 

 

Íslendska forsætisráðfrúan gjørdi tað eisini púra greitt, at ætlanirnar um at samráðast við ES um limaskap, nú verða lagdar á hillina. 

mynd_7.jpg

Frítekst tagging: 

 

Hoyr Siggu Blöndal, stjórnmálafrøðing taka samanum tá valstøðini lótu aftur

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423