Andrias Edmundsson: "Eg klári væl at fylgja við teimum allarbestu"

Andrias Edmundsson: "Eg klári væl at fylgja við teimum allarbestu"
Fyrstu sigurin hjá Andriasi Edmundssyni í Seriu A gevur vón um, at tað ber til hjá Hellas Verona at bjarga sær lívinum í bestu italsku deildini, heldur toftamaðurin
09.03.2026 - 15:52

"Tað var sera kærkomið at fáa fyrsta sigurin í hús," ásannar ein fegin Andrias Edmundsson oman á 2-1 sigurin hjá Hellas Verona á Bologna á útivølli. 

"Vit hava verið óhepnir ikki at hava fingið fleiri stig enn vit hava. Men í dag spæla vit okkum til fleiri stórar kjansir, og vit eru eisini avgjørdir í avgerandi støðunum."

Andrias Edmundsson, ið er fyrsti føroyingur í Seriu A, sær út til at stórtrívast í best italsku fótbóltsdeildini. 

"Eg kenni, at eg geri mun, og eg klári væl at fylgja við sjálvt teimum allarbestu, so tað er góð kensla," sigur toftamaðurin, sum í januar skifti úr toppinum á polskum fótbólti til botnin í bestu italsku deildini.

"Vit trúgva uppá, at vit fara at bjarga okkum lívinum í Seriu A, men vit síggja eisini, at tað verður trupult. Men vit fara inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst," greiðir landsliðsmiðverjin frá.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941