Bjargingarnar: Rakul Wardum tók mótið frá portugisisku skjúttunum

Bjargingarnar: Rakul Wardum tók mótið frá portugisisku skjúttunum
Rakul Wardum stóð ein branddyst í føroyska málinum og varð kosin dagsins kvinna í sigrinum á Portugal í gjár. Sí bjargingarnar hjá føroyska málverjanum her
Andrei Antal/HSF
Rakul Wardum var í ómøguliga horninum og tók mótið frá portugisisku skjúttunum við sínum mongu bjargingum
05.03.2026 - 14:22

Størsta einstaka grundin til at Føroyar vunnu lutfalsliga tryggan sigur á Portugal við Tjarnir stóð í málinum.

Í EM-undankappingardystinum á heimavølli var Rakul Wardum, sum í summar skiftir frá Ringkøbing til Skanderborg, stórspælandi. 

Hon bjargaði 12 av teimum 31 skotroyndunum, sum portugisar sendu ímóti henni - eitt bjargingarprosent upp á smá, og tað gjørdi, at útiliðið ongantíð veruliga hótti føroyingarnar.

SÍ EISINI: Við so góðari verju er tað stuttligt at standa í mál

Málverjin hevði kortini bestan hug at rósa verjuni við Lív B. Zachariasen og Pernille Brandenborg á odda, sum í stóran mun fingu steðga álopsspælinum hjá portugisum.

 - Tá tú hevur so góða verju, er tað heilt forbiðið stuttligt at standa í mál. Pernille og Lív berjast, sum eg veit ikki hvat, so tú kanst ikki annað enn at vera glaður, tá tú stendur í málinum aftanfyri, segði Rakul Wardum.

Føroysku kvinnurnar eru nú ájavnar við Montenegro við fýra stigum, meðan Ísland og Portugal hava tvey stig í part. Sunnudagin spæla Føroyar aftur, tá Portugal tekur ímóti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941