Elinborg tilnevnd til fimm FMA-virðislønir og Jasmin Mote til fýra

Elinborg tilnevnd til fimm FMA-virðislønir og Jasmin Mote til fýra
FMA-tiltakið, sum í fjør varð hildið í Varpinum í Klaksvík, verður hesaferð í Norðurlandahúsinum í Havn. Stóra tónleikatiltakið verður 6. mars
13.02.2026 - 19:24

Tíðindafundur var í Norðurlandahúsinum í dag, har Tónleikasamband Føroya almannakunngjørdi tey tilnevndu til ársins FMA-virðislønir.

Tiltakið er tann stóra tónleikahendingin hesa tíðina á árinum, ikki minst hjá teimum tilnevndu, sum hvør í sínum lagi eru errin av tí heiðrinum.

Tað byrjaði við, at dómararnir høvdu 43 heildarútgávur og 95 stakløg at velja ímillum, men tá teir høvdu verið ígjøgnum ta fyrstu sáldingina, vóru tey tilnevndu funnin. Fimm í hvørjum av teimum átta bólkunum, og so koma fimm servirðislønir afturat, har tað bara er ein tilnevndur, nevniliga vinnarin.

Nú skulu dómararnir so ígjøgnum teir átta bólkarnar enn einaferð, og tá tað er liðugt eru vinnararnir funnir. Tað vera teir, sum verða kunngjørdir, tá tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 6. mars.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436