Heimasíðan skal finna bestu tilboðini

Heimasíðan skal finna bestu tilboðini
18 ára gamli Aron Petersen hevur ment heimasíðu, sum skal gera tað lættari at finna bestu matvørutilboðini
Fotografur: Gestur Lómstein
05.02.2026 - 20:09

18 ára gamli Aron Petersen vil gera tað lættari at finna bestu matvørutilboðini.

Hann hevur ment heimasíðuna Kurv.fo, sum savnar øll tilboðini hjá matvøruhandlunum á einum stað.

Hann gongur á øðrum ári á búskaparbreytini á Glasi, men tað eru ikki bara skúlatingini, sum eru í tonkunum.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðan fór hann undir nýggju heimasíðuna, tí hann vil gera tað lættari at fáa yvirlit yvir tilboðsvørurnar í matvøruhandlunum.

- Endamálið er, at fólk skulu spara tíð og pengar, sigur Aron Petersen.

Tað bendir á, at heimasíðuni er lív lagað, tí í gjár høvdu fleiri enn 2.000 vitjað nýggju síðuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619