Nýggj royndarskipan skal verja børn á veg í skúla

Nýggj royndarskipan skal verja børn á veg í skúla
Foreldur í Fuglafirði hava fleiri ferðir rópt varskó um vandamiklu ferðsluna um morgunin: Í dag setti kommunan eina nýggja skipan í verk
19.01.2026 - 21:35

Í morgun fingu børn í Fuglafirði eina hjálpandi hond, tá tey fóru í skúla, tí Fuglafjarðar kommuna hevur avgjørt at børnini skulu fáa ferðsluhjálp. 

Skipanin er m.a. sett í verk,  tí foreldur í Fuglafirði hava rópt varskó um vandamiklu ferðsluna um morgunin. Ein teirra, er Sarita Jacobsen, sum eigur tvey børn, ið hvønn dag skulu ganga millum tungu ferðsluna. 

- Onkuntíð er trupult at sleppa yvirum vegin, tí har er so nógv ferðsla, sigur sonur hennara, 12 ára gamli Jónatan Emilian Danielsen. 

Nú hevur kommunan avgjørt at sett eina royndarskipan í verk, sum skal gera tað tryggari hjá børnunum at sleppa í skúla um morgunin - og byrjað var í dag. 

Skipanin við ferðsluhjálparunum verður royndarkoyrd í tríggjar vikur og síðani eftirmett, sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarða kommunu. 

 

Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114