Venjarin: Kensluborið mótstøðulið í morgin

Venjarin: Kensluborið mótstøðulið í morgin
Í mun til Sveis er Montenegro eitt lið, sum spælir við kenslunum uttaná, og tí verður uppgávan heilt øðrvísi sunnudagin, heldur landsliðsvenjarin, sum savnar seg um verjuspæli
17.01.2026 - 12:16

Peter Bredsdorff-Larsen og hini í føroyska venjaratoyminum gleðast um stigið og iðra seg eitt sindur um, at tað ikki gjørdust tvey, men annars eru eyguni longu vend ímóti dystinum í morgin, tá Montenegro bíðar í Unity Arena í Oslo.

Í mun til Sveis, er spælir Balkan-liðið við kenslunum uttaná, og tí verður uppgávan heilt øðrvísi, væntar landsliðsvenjarin.

 - Tað er júst hetta, sum er so spennandi við slíkum endaspølum. Vit skulu royna okkum ímóti ymiskum hondbóltsmentanum, ymiskum spælaratýpum. Montenegro er  sera væl skjótandi, og hevur eitt fleksibult og kenslugrunda verjuspæl, segði Peter Bredsdorff-Larsen á tíðindafundinum fyrrapartin.

Montenegro vann eins og Føroyar sín undankappingarbólk og hevur ætlanir um at spæla seg í miðumfari. Venjarin kennir seg vísan í, at Føroyar fara at spæla seg til kjansir, meðan stóra uppgávan sum ikki einaferð liggur í hinum endanum av vøllinum.

 - Teir hava nakrar sera dugnaligar toppspælarar. (Branko, blaðm.) Vujović og (Vuko, blaðm.) Borozan hava spælt í stórum kappingum og stórum feløgum í nógv ár, so vit skulu finna loysnirnar í verjuni, segði Peter Bredsdorff-Larsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114