Kyndil fekk lætt spæl í Hoyvík

Kyndil fekk lætt spæl í Hoyvík
Kyndil møtti upp til toppdyst í Hoyvík, men tær grønu fingu lættari spæl, enn tær roknaðu við. Lyklaspælarar hjá H71 sótu nevniliga uttanfyri við skaða
10.11.2025 - 18:42

Hoyvíkshøllin (SMS-deildin)

H71 - Kyndil, 21-32 (10-15)

Toppskjúttar, H71: Lukka Arge 5, Fjóla Skaalum Vilhelm 4, Elida Joensen 4

Toppskjúttar, Kyndil: Turið Arge Samuelsen 13, Bjarta Osberg Johansen 9, Bára Krossteig Hansen 4

 

Lyklaspælarar uttanfyri

Kyndil møtti upp til toppdyst ímóti H71 í Hoyvík, men spenningur varð eingin, tí bæði Maria og Anna Elisabeth H. Weyhe sótu uttanfyri við snuddum. Tær verða skjótar klárar aftur - HM-endaspælið er sum skilst ikki í vanda - men H71 gjørdi ikki stórvegis mótstøðu uttan systrarnar. Gamaní, tað var javnt í eitt korter, men so fór Kyndil undan. Turið Arge Samuelsen lovar, at tær grønu verða uppaftur betri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891