Noah inn fyri liðskiparan: Gekk ikki hjá Halli, sigur venjarin

Noah inn fyri liðskiparan: Gekk ikki hjá Halli, sigur venjarin
Hallur Hansson vandi við fullari ferð fríggjadagin, men knæskaðin ger enn um seg, og tí er Noah Mneney innkallaður at loysa skadda liðskiparan av
11.10.2025 - 15:15

Hallur Hansson verður ikki við í føroyska landsliðshópinum, sum seinnapartin sunnudagin skal royna seg ímóti Kekkia á Tórsvølli.

Liðskiparin vandi við fullari ferð fríggjadagin, men knæskaðin ger framvegis um seg. Somikið nógv, at Noah Mneney hevur avloyst Hall Hansson og var við í venjingini hjá Føroyum á middegi leygardagin.

- Vit hava havt Hall við, tí vit hava roynt at gjørt hann kláran til sunnudagin. Hann vandi fult í fríggjadagsvenjingini, men tað vísir seg, at tað nokk ikki fer at ganga til sunnudagin, segði Eyðun Klakstein, sum á tíðindafundinum segði, at avgerðin er tikin saman við liðskiparanum.

 

Montenegro-sigurin er í topp-fimm 

Annars er støðan í hópinum góð. Spælararnir eru allir klárir til dystin í morgin, hóast onkur er eitt sindur troyttur omaná frálíka stórsigurin á Montenegro, sum sendi Føroyar upp á 3. plássi í bólkinum við níggju stigum.

Ein sigur, sum Eyðun Klakstein ikki vildi meta omanfyri Eysturríki, Grikkaland ella Turkaland, men sum hann helt kanska kom í topp-fimm hjá føroyska manslandsliðnum, síðan byrjað varð í altjóða fótbólti í farnu øld. Góða avrikið hóskvøldið ger, at torførari er at skifta menn út til dystin ímóti kekkum.

 - Vit hava roynt at skift eitt sindur út millum dystir, og tað hava vit gjørt í nokkso stóran mun í onkrum av landsliðslegunum. Tað var ikki ætlanin at gera tað upp á sama máta hesa ferð, nú vit hava tveir heimadystir, og vit sleppa undan ferðing. Tað ger tað eitt lítið sindur lættari, segði Eyðun Klakstein og legði afturat, at fimm, seks skiftingar ikki liggja í kortunum til í morgin, men heldur ein, tvær ella tríggjar.

Dysturin ímóti Kekkia byrjar klokkan 17.00, og Kringvarpið sendir frá klokkan 16.00.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. november
RagnarRokk 13.november 2025
198926
Hósdag 13. november
RagnarRokk: Walter Trout um Sign Of The Times
198924
Hósdag 13. november
Kvørnin: "Ævir, amen", GØ
199857
Hósdag 13. november
Nýtt ljóð
199875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199889
Hósdag 13. november
Veðrið
199872
Hósdag 13. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár ok
199856
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775