Kaj Leo Holm Johannesen: Trýstið riggar

Kaj Leo Holm Johannesen: Trýstið riggar
Fyrrverandi løgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, er farin frá at taka politiskar avgerðir til at vera ein av teimum, ið leggur trýst á politisku skipanina 
10.10.2025 - 19:25

"Vit politikarar hava ikki gjørt nóg mikið fyri tey við skerdum førleikum."

Tað ásannar Kaj Leo Holm Johannesen, nú hann sjálvur situr í koyristóli.

Hann er farin frá at taka politiskar avgerðir til at vera ein av teimum, ið leggur trýst á skipanina -  og tað hevur riggað, steðfestur borgarstjórin í Runavíkar kommunu. 

"Tað, sum Kaj Leo hevur fortalt um alment um sína støðu, hevur ávirkað meg øgiliga nógv," sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavikar kommunu, sum tí hevur tikið atkomuviðurskiftini hjá teimum við skerdum førleikum til eftirtektar, nú kommunan hevur umvælt vesini við fótbóltvøllin á Skála. 

"Mann heldur kanska, at tað er eitt lítið ting, tá man gongur uppreistur. Men fyri okkum koyrristólsbrúkarar, so er hetta ræðuliga stórt. Eg eri so ræðuliga glaður", sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

Fyrrverandi løgmaðurin hevur fleiri ferðir alment tosað um, hvussu gerandisdagurin hjá sær er broyttur.

 

LES EISINI:  
Koyristólurin læt eyguni upp
Vil skipa fyri stevnu fyri koyristólsbrúkarar 
Eg vil stríðast, so tað verður betur

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hetta ger at fólk lurta, tá hann ger vart við nakað. Tað ásanna bæði borgarstjórin í Runavíkar kommunu og fyrrverandi løgmaðurin sjálvur.

"Nógv siga við meg, at tey hava sagt tað sama, sum eg sigi, í 10 ár, men eingin hevur lurtað. 'Nú sigur tú tað, so lurta øll,'" greiðir hann frá.

Kortini er Kaj Leo Holm Johannesen fegin um at gera mun fyri tey við skerdum førleikum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762