Meg minnist eina mynd í Fuglafirði

Meg minnist eina mynd í Fuglafirði
- Søgan er okkara samleiki, sigur stigtakarin til eina søguliga myndaframsýning, sum verður í Fuglafirði í morgin
05.09.2025 - 19:24

- Tað er týdningarmikið, at søgan verður varðveitt og at fólk fáa atgongd til hana. Tað heldur Jóhan Joensen, sum hevur tikið stig til eina søguliga myndaframsýning í sambandi við mentanardagarnar í Fuglafirði. 

Myndir er søga, leggur hann aftrat. "Hvørjaferð ein mynd fellur burtur, doyr søgan", vísir hann á. Soleiðis skal tað altso ikki verða í Fuglafirði, tí hevur hann tikið stig til søguligu myndaframsýningina, har fólk fáa høvi at koma við gomlum myndum. 

 

Varðveita bygdasøguna

Í Fuglafirði eru tey farin undir fleiri verkætlanir, sum skulu varðveita bygdasøguna. Ein teirra byrjar altso í morgin, tá søguliga myndaframsýning verður á skránni. 

Ein onnur verkætlan eigur kommunan, sum er farin undir at fyrireika eitt bygdarsavn, sum er eitt samstarv millum Fuglafjarða kommunu og Tjóðsavnið, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari. 

Bygdarsavnið skal varðveita søguna um Fuglafjørð. - Hvaðani vit koma frá, hvat vit hava lagt eftir okkum og hvat vit eiga av søgum úr býnum, greiðir hon frá. 

Enn er óvisst, nær eitt slíkt savn verður klárt, men tey arbeiða við verkætlanini, sigur mentanarleiðarin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493