Málskjúttin: Fingu dystin vit roknaðu við

Málskjúttin: Fingu dystin vit roknaðu við
- Vit máttu taka okkara kjansir, tí vit vistu, at vit ikki fóru at fáa nógvar, segði kroatiski málskjúttin Andrej Kramaric, sum avgjørdi dystin millum Føroyar og Kroatia
05.09.2025 - 22:41

Andrej Kramaric gjørdist einasti málskjúttin á Tórsvølli, tá Kroatia vann tepran sigur á stríðsfúsu føroyingunum, sum iðraðu seg um, at einki stig spurdist burturúr góða avrikinum.

Hoffenheim-framherjin var ikki bilsin av, at dysturin ímóti Føroyum gjørdist torførur.

 - Vit fingu tann dystin, vit høvdu roknað við, segði Andrej Kramaric, sum skallaði bóltin í netið eftir gott innlegg úr høgru síðu, tá 31 minuttir vóru spældir.

 - Vit vistu, at vit máttu taka av okkara kjansum, tí vit fóru ikki at fáa nógvar her, segði framherjin, sum spáddi, at onnur lið eisini fara at fáa trupulleikar á Tórsvølli.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590