Fimleikurin aftur við manér: menninir vunnu fimm gull

Fimleikurin aftur við manér: menninir vunnu fimm gull
Fimleikurin gjørdi oyggjaleika-comeback við manér, tá føroysku menninir tryggjaðu sær heili fimm gullmedaljur í fyrstu kappingini
15.07.2025 - 00:20

Føroyskur fimleikur hátíðarhelt sínar fyrstu oyggjaleikir í nógv ár við at vinna heili níggju gullmedaljur í fyrstu kappingini.

Dagurin byrjaði við monnunum, og teir vóru til dystin fús.

Teir vunnu liðkappingina, men tað var um reppið. Føroyar endaðu bert 0.025 frammanfyri Isle of Man, og tordu mestsum ikki at trúgva upp á sigurin.

 - Vit vóru øgiliga spentir at royna gólvið. Og tað kenst væl. Eg var nokkso nervøsur, og eg vildi fegin gera tað gott, segði Rókur S. Vestergaard, sum eisini vann gull í beinsveiggj og á gólvi og fekk silvur í paralell barr. 

 - Eg eri sera errin av avrikinum hjá dreingjunum. Tað kennist stórt, og eg kenni tað sum ein heiður at vera við, segði venjarin, Andreas Peter Bøgebo.

Harumframt vann Torleivur Christiansen gull í ringum, Ari Poulsen var bestur í lopi og Bjarki Johannessen fekk silvur í rekk. 

LES EISINI: Føroysku fimleikakvinnurnar eisini bestar

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891

Meira um sama evni