Flogbóltur: Hvessa spælið til Silver League

Flogbóltur: Hvessa spælið til Silver League
Føroysku flogbóltslandsliðini hvessa spælið, nú Silver League-kappingin hjá CEV nærkast. Kvinnurnar spældu tríggjar venjingardystir ímóti Íslandi á heimavølli um vikuskiftið
19.05.2025 - 13:30

Føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum spældi um vikuskiftið tríggjar venjingardystir ímóti Íslandi, sum liður í fyrireikingunum til Silver League-kappingini, sum byrjar síðst í mai.

Føroyar taptu allar tríggjar dystirnar: 3-1 fríggjadagin og 4-0 leygardagin og sunnudagin, men dystirnir góvu føroyska hópinum, undir leiðslu av nýggja venjaranum Ciro Zoratti, týðandi dystarroyndir.

Í januar sett flogbóltssambandið italiumannin sum ungdóms- og landsliðsvenjara.

40 ára gamli venjarin er farin undir eitt miðvíst arbeiði við A-landsliðsleikarunum hjá kvinnum, sum hava vant nógv saman seinastu tíðina. 

Føroysku flogbóltsmenninir hava eisini spælt venjingardystir um vikuskiftið. Í Íslandi vunnu teir ein dyst og taptu ein ímóti Íslandi, meðan teir taptu tveir ímóti Onglandi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762