"Eg eri so ræðuliga glað fyri at vera føroyingur"

"Eg eri so ræðuliga glað fyri at vera føroyingur"
Hetta sigur Sissal, eyðmjúk og við stórari gleði, eftir at hon er komin víðari til sjálva finaluna í Eurovision.
16.05.2025 - 00:47

Óvæntað, men ikki ómøguligt

Sissal varð tikin eitt sindur á bóli, tá úrslitið varð kunngjørt. Tó hevur hon altíð vitað, at tað var møguligt at koma víðari til finaluna.

Hon fegnast um framførsluna, hóast hon heldur, at tað altíð er okkurt, sum kann gerast betur. Men framførslan var nóg góð til at tryggja sær pláss í stóru finaluni.

Samstundis leggur hon dent á, at tað er týdningarmikið ikki at vera ov hør við seg sjálva, og heldur, at tað er betur at fegnast um sínar góðu sangeginleikar.

 

Les eisini  Síðsta royndin hjá Sissal Jóhonnu gekk væl

 

Ein langur dagur fyri framman

Nú bíðar ein langur og krevjandi dagur. Allir finalistarnir skulu møta tíðliga á morgni og venja langt út á kvøldið.

Sissal skal framføra í seinnu helvt av skránni. Hetta er nakað, sum hon sjálv heldur passar væl, tí hennara lag byggir seg upp móti einum sterkari kensluligum klimaksi, heldur enn at seta tónan frá byrjan.

 

Stórur stuðul úr Føroyum

Sissal hevur fingið ómetaligan stuðul úr Føroyum. Heilsanir streyma inn úr nær og fjar, og tað er hon sera takksom fyri. Hon er eisini sera errin av at vera føroyingur í hesu løtu.

Tað vísir henni, hvussu nógv føroyingar standa saman, tá ein teirra ger seg galdandi á einum stórum pallið.

Eisini uttanlands hevur hon fingið jaliga móttøku. Fólk leggja merki til hennara eyðkenda lyndi, sum ger hana vælumtókta millum bæði áskoðarar og hinar luttakararnar. Hetta hevur eisini gjørt hana til eina av teimum, ið hava sett mest dám á kappingina í ár.

 

Les eisini  Sissal Jóhanna er rørd av øllum kærleikanum og stuðlinum úr Føroyum og "Uppvaksin við at vera fevnandi"

 

Finalan nærkast

Stóra finalan verður leygarkvøldið klokkan 20, har 26 lond kappast. Sissal fer at standa á pallinum saman við nøkrum av teimum sterkastu nøvnunum í ár, m.a. stórfavorittunum úr Svøríki og Eysturríki, umframt teimum seks londunum, ið frammanundan eru kvalifiserað.

Føroyingar kunnu fylgja við í finaluni her á síðuni og beinleiðis í sjónvarpinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Fríggjadag 20. juni
RagnarRokk: Eirikur Hauksson um Maestro
193362
Fríggjadag 20. juni
Morgunlestur fríggjadagur 20. juni 2025
193344
Hósdag 19. juni
Breddin: Hvat bagir fólkaræðinum?
193494
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379