Upptøkurnar til filmin 'Verdandi' eru byrjaðar

Upptøkurnar til filmin 'Verdandi' eru byrjaðar
Í 1944 gekk sluppin Verdandi burtur við 15 monnum, og filmurin hevur sjóneykuna á kvinnurnar og familjurnar, ið eftir sótu
04.04.2025 - 19:25

Filmurin Verdandi verður í hesum døgum filmaður. Leikstjórin Dagmar Knöpfel hevur síðani 2016 verið ofta á vitjan í Føroyum fyri at fyrireika filmin. Allir sjónleikarar eru føroyskir og gott og væl helvtin av filmsmanningini er føroysk. 
Í hesum filmi eru tað ikki menninir, ið gingu burtur í eru i í miðdeplinum, men kvinnurnar og familjurnar, ið eftir sótu. Filmurin snýr seg um Semonu Petersen, ið misti mannin Sámal til sjóvanlukkuna. Eftir situr hon við tveimum smábørnum og má fóta sær, hóast hon stríðir seg ígjøngum sorgina at hava mist mannin. Filmurin verður filmaður í tveimum umførum, nú og summar og so fer eftirframleiðsla í gongd. Eftir ætlan verður filmurin í biografunum í næsta ár.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388