Argur málskjútti harmaðist um mista javnleikin

Argur málskjútti harmaðist um mista javnleikin
Gunnar Vatnhamar javnaði fyri Føroyar, tá bert sjey minuttir vóru eftir at spæla, men javnleikurin glapp kortini, og tað harmaðist málskjúttin um eftir dystin
22.03.2025 - 22:22

Gunnar Vatnhamar sendi allar føroyingar í dreymaland, tá hann leyp hægri enn Tomáš Souček og javnaði til 1-1 í 83. minutti.

Í níggju dystum ímóti Kekkia var støðan 23-0, men nú høvdu Føroyar fingið fyrsta málið, og javnleikurin hómaðist av álvara. So varð kortini ikki, tí bert tveir minuttir seinni avgjørdi Patrik Schick dystin fyri heimaliðið.

 - Eg eri ræðuliga argur akkurát nú. Tað kendist sum vit fóru at klára at hála ein javnleik heim, og vit høvdu kjansir til mótálop, segði ein vónbrotin málskjútti.

 Verjuspælarin fegnaðist sjálvandi um málið, sum kom eftir horna frá Adriani Justinussen úr høgru. 

 - Hann bombar hann inn fyri, og eg skal bara seta pannuna á. Kenslan var sjálvandi fantastisk í løtuni, men tað er bara ræðuliga keðiligt beint nú, segði Gunnar Vatnhamar.

 - Vit hava ein dyst afturat týsdagin, og vit ætla at fáa trý stig tá. Einki sum eitur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632