Heilivág í handlarnar

Heilivág í handlarnar
Handkeypsheilivágur, so sum panodil, skal kunna keypast í øllum handlum, heldur Kappingareftirlitið
07.02.2025 - 19:24

"Tað er munandi meira effektiv, at fólk kunnu fáa tað sum tey hava brúk fyri í nærumhvørvinum." Sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum. 

Tí heldur Kappingareftirlitið, at handkeypsheilivágur skal kunna keypast í øllum handlum - og ikki bara í handlum í teimum støðum, har einki apotek er.

Líka jalig er Súsanna Bertholdsen tó ikki. Landsstýriskvinnan í heilsumálum er nevniliga ímóti at liberalisera lógina. 

"Tey starvsfólkini, sum arbeiða í handlum, hava ongan fakkunnleika, onga útbúgving. Tað vil siga, at tað verður eingin vegleiðing - ella kunning at fáa. Tað verður bara selt uttan at man setur spurnartekin við nakað sum helst."

Tað segði landsstýriskvinnan millum annað í gjár, tá orðaskifti var í løgtinginum. Til ber at síggja tað her: Uppskot um heilivágslóg

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602