Amerikanari í Føroyum: Fegnast um nýggja forsetan

Amerikanari í Føroyum: Fegnast um nýggja forsetan
"Vónandi fer hann at raðfesta samansjóðing", tað sigur amerikanski Manuel James Delgado, nú Donald Trump hevur tikið við sum forseti
20.01.2025 - 19:23

Manuel James Delgado hevur fylgt væl við í dag, nú ein nýggjur forseti tekur við í heimlandinum. 

Hetta er ein stórur dagur. Tað sigur amerikanarin, sum fegnast um, at tað verður Donald Trump, ið fer at stjórna USA næstu fýra árini. 

"Vónandi fer hann at raðfesta samansjóðing, tí har er so nógv ósemja í USA", sigur Manuel James Delgado. 

Hóast hann nú fegnast, so hevur hann kortini ikki altið verið republikanari. Hann hevur nevniliga verið demokratur alt sítt lív, men tað er altso broytt. 

Tað fortaldi hann í Degi og viku stutt eftir at Trump bleiv valdur. Til ber at síggja meira um tað her: Fyrrverandi demokratur fegnast um forsetavalið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304