Pernille: Framtíðin er ljós

Pernille: Framtíðin er ljós
Pernille Brandenborg var í góðum hýri, tí hon hevði júst fingið at vita, at Føroyar endaðu á 3. plássi í bólkinum. Tað var ikki minst takka verið øllum hennara 10 málum
03.12.2024 - 23:04

Tað var sorgblítt at siga farvæl við EM-endaspælið, helt føroyski liðskiparin, Pernille Brandenborg, sum kortini smíltist upp um bæði oyru.

Hon hevði júst fingið boðini um, at Føroyar endaðu á 3. plássi í bólkinum frammanfyri Kroatia. Hetta gjørdi so aftur, at føroyingarnir fingu 17. pláss samanlagt og vera hægri styrkismettir til komandi HM-undandystir.

 - Tá tað ikki bleiv til spæl í miðumfarinum, fáa vit vónandi eitt lættari lutakast, sum ger, at vit sleppa til endaspøl aftur, segði Pernille Brandenborg.

Sterki strikuspælarin úr København Håndbold hevur spælt sera væl í Sveis, og tað er hon glað fyri.

 - Eg vil fegin ganga á odda, og eg havi eisini fingið liðskiparabandið, og tað hevur eydnast so nøkulunda, segði hon og gav liðfeløgunum stóran part av æruni fyri síni góðu avrik. 

Pernille Brandenborg heldur sum heild, at framtíðin fyri føroyska kvinnulandsliðið er ljós.

 - Eg vóni, at hetta bara er byrjanin. Eg haldi, at vit hava nógvar evnaríkar spælarar á vøllinum, sum ivaleyst fáa eina stóra hondbóltsframtíð, um tær hava hug til tað. Tað vóni eg, at tær hava, tí tær er super dugnaligar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519