Gunn Ellefsen: Kvinnurnar hoyra heima á hægstu rók

Gunn Ellefsen: Kvinnurnar hoyra heima á hægstu rók
- Kvinnurnar hava víst, at tær kunnu spæla akkurát líka undirhaldandi og góðan hondbólt, sum okkara menn kunnu, segði HSF-forkvinnan í 3-2 í gjár
02.12.2024 - 21:14

Føroysku hondbóltskvinnurnar hava prógvað, at tær hoyra heima á hægstu rók, heldur forkvinnan í Hondbóltssambandi Føroya.

 - Kvinnurnar hava víst, at tær kunnu spæla akkurát líka undirhaldandi og góðan hondbólt, sum okkara menn kunnu, segð Gunn Ellefsen í 3-2 í gjár.

Hin viðgekk, at hon ongantíð fyrr hevur verið so spent til ein hondbóltsdyst, sum hon var sunnudagin, tá kvinnurnar fingu javnleik ímóti Kroatia og tryggjaðu sær síni fyrstu EM-stig.

Spentari enn tá menninir spældu EM í januar, hóast hon eigur tveir synir á føroyska manslandsliðnum.

 - Tá menninir fóru avstað. Tað var eitt sindur ókeypis. Teir vóru teir fyrstu, sum fóru, og øll vóru bara øgiliga glað fyri, at teir vóru har, segði Gunn Ellefsen.

 - Tað er sjálvandi tað sama, nú kvinnurnar eru her, men tað liggur kortini og lúrir onkursvegna, at teir hava verið fyrr, segði forkvinnan.

Tí hevði úrslitið og søguliga stigið so nógv at siga fyri føroyskan kvinnuhondbólt.

 - Ofta tykist tað sum um, at kvinnur í ítrótti mugu prógva seg meir enn menn, áðrenn fjøldin er við. Tað hava hesar kvinnurnar gjørt, segði HSF-forkvinnan.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493