Bjarta: Til reiðar til næstu uppgávuna

Bjarta: Til reiðar til næstu uppgávuna
Bjarta O. Johansen heldur, at Føroyar kundi vunnið á Kroatia, og staðfestir, at føroyingarnir eru klárir til næstu uppgávuna ímóti Danmark í morgin
02.12.2024 - 17:21

Føroyski javnleikurin ímóti Kroatia í gjár ger, at donsku hondbóltskvinnurnar ikki enn kunnu kenna seg vísar í at fáa fult stigatal við sær í miðumfarið. 

Tí væntar Bjarta O. Johansen, at tað verður eitt uppsett danskt lið, sum kemur á vøllin ímóti Føroyum í síðsta bólkadystinum í morgin.

 - Tað verður ikki so, at tær bara leggja seg niður og spæla við øllum eykaspælarunum, sum vit kanska høvdu vónað, sigur Bjarta O. Johansen. 

Føroyar spældu ein frálíkan verjudyst ímóti Kroatia, sum bert skeyt 17 mál, og um avrikið verður hitt sama í morgin, skulu Danmark vænta sær ein ordiligan dyst.

 - Um vit hava ta góðu verjuna, sum vit høvdu í gjár, kunnu vit geva teimum ein skarpan gang, sigur strikuspælarin.

 

Kundu havt vunnið

Føroyar stríddu seg upp á javnleik eftir steðgin ímóti Kroatia og fingu fleiri ferðir kjans at leggja seg á odda. Hetta eydnaðist bert einaferð - tá Pernille Brandenborg skoraði av strikuni - men gleðin var stokkutt, tí Kroatia javnaði mestsum beinanvegin.

Síðstu fimm minuttirnar kom einki mál, men tað var ikki tí, at kjansir manglaðu.

 - Vit iðra økkum ikki yvirhøvur. Men um tú hyggur at pørtum av seinna hálvleiki, serliga ímóti endanum, so hava vit nógvar løtur, har vit koma til kjansir, og vóru vit hepnari, høvdu vit vunni dystin. Men vit raka stong út, sigur Bjarta O. Johansen.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713