Postkort úr Basel

Postkort úr Basel
Tað skal heldur ikki ganga við fullari ferð alla tíðina. Myndamaður okkara, Bjarnheðin í Hoyvík, hevur sent okkum eitt postkort úr hugnaliga EM-býnum, Basel
30.11.2024 - 14:50

Hóast føroysku hondbóltskvinnurnar eru bæði smidligar og skjótar, nýtist alt ikki at ganga við fullari ferð alla tíðina.

Myndamaður okkara, Bjarnheðin í Hoyvík, hevur verið ein gongutúr í hugnaliga EM-býnum, Basel, og hevur sent okkum eitt postkort. 

Basel er kendur sum mentanarhøvuðsstaðurin í miðevropeiska landinum, og tíð og pláss er til innbúgvararnar at taka sær av løttum. 

177.000 fólk búgva í býnum, sum liggur norðarlaga har sveisiska, týska og franska markið renna saman, og ivaleyst er at gera hjá føroyingunum dagarnar undan og ímillum EM-dystirnar.

Millum annað bjóðar Basel upp á meir enn 40 listasøvn, og hesa tíðina valdar hátíðarhugni við stórum jólamarknaðum á Münsterplatz og Barfüsserplatz við Rínánna, sum rennur ígjøgnum býin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342